Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

21. fundur

Ár 2007, týsdagin hin 22. mai, kl. 14.10 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Óli Breckmann, næstformaður

Marjus Dam

John Johannessen

Bárður Nielsen

Heidi Petersen og

Tórbjørn Jacobsen

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabøkurnar frá 19. og 20. fundi vórðu býttar út, lisnar upp og góðkendar.
 

2.      Løgtingsmál nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum
Frá skrivaranum fekk nevndin upprit, sum varð umbiðið á seinasta fundi, um spurningin at lógarfesta, at landsstýrismaðurin skal vera limur í fólkakirkjuni.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit á komandi fundi.
 

3.      Løgtingsmál nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti kirkjunnar
Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit á komandi fundi.
 

4.      Løgtingsmál nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 24. mai, kl. 15.00, við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.        Løgtingsmál nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum

3.        Løgtingsmál nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar

  

Fundur lokin kl. 16.25

 

Jóhanna Arge
skrivari