Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

20. fundur

Ár 2007, týsdagin hin 15. mai, kl. 14.10 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Óli Breckmann, næstformaður

Marjus Dam

John Johannessen

Heidi Petersen

 

Bárður Nielsen og Tórbjørn Jacobsen vóru ikki á fundi.

Edmund Joensen var við ein part av fundinum sum eygleiðari.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Málið varð útsett til komandi fund.
 

2.      Løgtingsmál nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum
 

3.      Løgtingsmál nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti kirkjunnar
Mál nr. 2 og 3 á dagsskránni vórðu viðgjørd undir einum. 

Kl. 14.10 kom Hans Jacob Joensen, bispur, á fundin. Hann fór av aftur fundinum kl. 15.15.

Kl. 15.30 komu Petur Petersen, aðalstjóri, Bjarni Wilhelm, deildarleiðari, og Bergur Berg, ráðgevi, á fund við nevndina.

Frá embætisfólkunum í Mentamálaráðnum fekk nevndin upprit um m.a. spurningin um, hvørt tað við lóg eigur/skal verða ásett, at tann landsstýrismaður, ið umsitur kirkjumál, skal vera limur í fólkakirkjuni, og skrivligar viðmerkingar til broytingaruppskotini hjá dómprósti til lógaruppskotini.

Embætisfólkini fóru av aftur fundinum kl. 16.55.

Málini vórðu umrødd. Nevndin heitti á skrivaran um at útvega nevndini eitt upprit um spurningin at lógarfesta, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum skal vera limur í fólkakirkjuni.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 22. mai, kl. 14.00 við hesi skrá:

 

  1. Gerðbókin
  2. Løgtingsmál nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum
  3. Løgtingsmál nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti kirkjunnar
  4. Løgtingsmál nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

  

Fundur lokin kl. 17.05

 

Jóhanna Arge
skrivari