Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

19. fundur

Ár 2007, fríggjadagin hin 11. mai, kl. 10.00 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

John Johannessen

Kaj Leo Johannesen f. Bárð Nielsen

Tórbjørn Jacobsen

 

Óli Breckmann, Marjus Dam og Heidi Petersen vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabøkurnar frá 16., 17. og 18. fundi vórðu lisnar upp og góðkendar.
 

2.      Løgtingsmál nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum
Málið varð umrøtt.
 

3.      Løgtingsmál nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti kirkjunnar
Kl. 10.00 kom Bjarni Bæk, dómpróstur, saman við Gunnvør Dam Jensen, næstformanni í Próstadømisráðnum, og Edvin Joensen á fundin. Tey fóru av aftur fundinum kl. 11.15.

Kl. 11.20 komu Tummas Lauritsen, formaður í Felagnum fyri Kirkjuráðslimir, saman við Niclasi Foldbo og Hans Jákupi Lamhauge, nevndarlimum, og Heina Súna Kristiansen, skrivara, á fundin. Teir fóru av aftur fundinum kl. 12.10.

Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at senda landsstýrismanninum viðmerkingarnar frá dómpróstinum til lógaruppskotið til viðmerkingar.

 

4.      Løgtingsmál nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.
 

5.      Løgtingsmál nr. 123/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna
Málið varð tikið av skrá. 

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 15. mai, kl. 14.00 við hesi skrá:

 

1.        Gerðbókin

2.        Løgtingsmál nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum

3.        Løgtingsmál nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti kirkjunnar

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Kl. 14.00 Bispur

Kl. 15.15 Landsstýrismaðurin í mentamálum

  

Fundur lokin kl. 12.55

 

Jóhanna Arge
skrivari