Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

18. fundur

Ár 2007, hósdagin hin 10. mai, kl. 9.50 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Óli Breckmann, næstformaður

Marjus Dam

John Johannessen

Heidi Petersen og

Tórbjørn Jacobsen

 

Bárður Nielsen var ikki á fundi.

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Málið varð útsett.
 

2.      Løgtingsmál nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Málið varð útsett til komandi fund.
 

3.      Løgtingsmál ne. 123/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna
Kl. 9.50 kom landsstýrismaðurin í mentamálum saman við Eyðbirni Poulsen, deildarleiðara, Kristiani Rasmussen, deildarleiðara á Landsverk, og Jákup Andreasen, stjóra á Fiskivinnuskúlanum, á fundin. Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av aftur fundinum kl. 10.05.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.
 

4.      Løgtingsmál nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum
Kl. 10.10 kom Bjarni Bæk, dómpróstur, á fund við nevndina. Hann fór av aftur fundinum kl. 11.10, tá Marjun Bæk, umboðandi Prestafelag Føroya, kom á fundin. Hon fór av aftur fundinum kl. 11.55.

Kl. 12.05 komu Niclas Foldbo og Tummas Lauritsen, umboðandi Felagið fyri kirkjuráðslimir, á fundin. Teir fóru av aftur fundinum kl. 12.30.
 

5.      Løgtingsmál nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti kirkjunnar

Málið varð útsett til komandi fund. 

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjdagin hin 11. mai, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðbókin

2.        Løgtingsmál nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum

3.        Løgtingsmál nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti kirkjunnar

4.        Løgtingsmál nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

5.        Løgtingsmál nr. 123/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna

 

Í sambandi við pkt. 4 koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Dómpróstur og Próstadømisráðið

Kl. 10.30 Felagið fyri Kirkjuráðslimir

  

Fundur lokin kl. 12.35.

 

Jóhanna Arge
skrivari