Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

17. fundur

Ár 2007, mikudagin hin 9. mai, kl. 10.00 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Óli Breckmann, næstformaður

Marjus Dam

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen og

Tórbjørn Jacobsen

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Málið varð útsett til komandi fund.
 

2.      Løgtingsmál nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Kl. 10.10 kom Páll Poulsen, næstformaður í Føroya Lærarafelag, saman við Poul Nolsøe, ráðgeva, og Hanus Joensen, formanni í Skúlaleiðarafelagnum, á fund við nevndina. Teir fóru av aftur fundinum kl. 11.00, tá Bárður Larsen, ráðgevi í Kommunusamskipan Føroya, og Rósa Samuelsen, formaður í Føroya Kommunufelag, saman við Asbirni Djurhuus, stýrislimi, og Sveiney Sverrisdóttir, skrivara, komu á fundin.

Tey fóru av aftur fundinum kl. 11.25, tá Lis Mortensen, formaður í foreldrafelagnum Heim og Skúli, kom á fundin saman við Gudny Hentze og Marna Tyril, nevndarlimum.

Tey fóru av aftur fundinum kl. 11.55, tá landsstýrismaðurin í mentamálum saman við Jenny Lydersen og Janus Jensen, undirvísingarleiðarum, og Jóannesi S. Hansen, rektara á Føroya Læraraskúla, komu á fundin. Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av aftur fundinum kl. 12.55.

Fundurin niðurlagdur kl. 12.55.
Fundurin varð tikin upp aftur kl. 14.00.
 

3.      Løgtingsmál nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum
 

4.      Løgtingsmál 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti kirkjunnar

Mál 3 og 4 á dagsskránni vórðu viðgjørd undir einum. 

Kl. 14.00 kom landsstýrismaðurin í mentamálum á fundin saman við Peturi Petersen, aðalstjóra, Bjarna Vilhelm, deildarstjóra, og Bergi Berg, ráðgeva. Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av aftur fundinum kl. 15.20.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 10. mai, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðbókin

2.      Løgtingsmál nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

3.      Løgtingsmál nr. 123/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna

4.      Løgtingsmál nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum

5.      Løgtingsmál nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti kirkjunnar

 

Í sambandi við pkt. 3 koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 9.45 Landsstýrismaðurin í mentamálum (Landsverk og Fiskivinnuskúlin)

 

Í sambandi við pkt. 4 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.30 Dómpróstur

Kl. 11.00 Prestafelagið

Kl. 11.30 Felagið fyri Kirkjuráðslimur

  

Fundur lokin kl. 15.25

 

Jóhanna Arge
skrivari