Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

15. fundur

Ár 2007, týsdagin hin 24. apríl, kl. 10.55 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Marjus Dam

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen og

Tórbjørn Jacobsen

 

Óli Breckmann var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðbókin
Gerðabókin frá 14. fundi 17. apríl varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.        Løgtingsmál nr. 112/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn
Kl. 11.10 kom landsstýrismaðurin í mentamálum saman við Peturi Petersen, aðalstjóra, Reidari Nónfjall, stjóra á Føroya handilsskúla, Annu Johannesen, næstformanni í stýrinum fyri Føroya Handilsskúla, og Egon Øregaard, stjóra á Tekniska Skúlaí Havn. Tey fóru av aftur fundinum kl. 11.40.

Kl. 11.45 kom landsstýrismaðurin í fíggjarmálum saman við Peturi Alberg Lamhauge, aðalstjóra, Atla Leo, ráðgeva, og Leif Abrahamsen, stjóra á Føroya Gjaldstovu, á fundin. Teir fóru av aftur fundinum kl. 12.10.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.

 

Næsti fundur:

Eingin nýggjur fundur varð ásettur.

 

Fundur lokin kl. 12.25

 

Jóhanna Arge
skrivari