Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

14. fundur

Ár 2007, týsdagin hin 17. apríl, kl. 9.45 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Óli Breckmann, næstformaður

John Johannessen

Olav Enomoto

Niklái Petersen

Tórbjørn Jacobsen

 

Marjus Dam var ikki á fundi.

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 13. fundi 10. apríl 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.

 

2.      Løgtingsmál 70/2006: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða fólkaskúlalógina
Kl. 10.00 kom Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag, saman við Páll Poulsen, næstformanni, og Poul Nolsøe, ráðgeva, á fund við nevndina. Teir fóru av aftur fundinum kl. 10.35, tá Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla, kom á fundin. Landsstýrismaðurin kom á fundin kl. 10.45 saman við Jóannes Dalsgaard og Olaus Jespersen, deildarstjórum. Jóannes Hansen og Olaus Jespersen fóru av fundinum kl. 11.10.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.
 

3.      Løgtingsmál 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung
Kl. 11.10 komu Jegvan Bæk, formaður í Filmseftirlitinum, saman við Hanusi á Krákusteini, umsitingarleiðara, og Eyðun Joensen, limi í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt lógaruppskotið á fundin. Sigurð Ó. Vang, limur í arbeiðsbólkinum kom á fundin kl. 11.30. Jóannes Dalsgaard fór av fundinum kl. 11.50. Hini fóru av aftur fundinum kl. 12.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.
 

4.      Løgtingsmál 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul
Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.
 

5.      Løgtingsmál 112/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn
Nevndin gjørdi av at boðsenda landsstýrismanninum saman við formonnunum í stýrunum fyri Tekniska skúla og Føroya Handilsskúla og landsstýrismanninum í fíggjarmálum á fund við nevndina.
 

6.      Løgtingsmál nr. 93/2006: Uppskot til samtyktar um alment listakeyp
Minnilutin letur skrivaranum sínar viðmerkingar, sum ger álitið klárt at undirskriva.
 

7.      Løgtingsmál nr. 81/2006: Uppskot til samtyktar um Týðaragrunn landsins
Minnilutin letur skrivaranum sínar viðmerkingar, sum ger álitið klárt at undirskriva.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 24. apríl, kl. 10.30 við hesi skrá:

 

  1. Gerðbókin
  2. Løgtingsmál 112/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn.

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Kl. 11.00 landsstýrismaðurin í mentamálum

Kl. 11.30 Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

  

Fundur lokin kl. 12.30

 

Jóhanna Arge
skrivari