Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

13. fundur

Ár 2007, týsdagin hin 10. apríl, kl. 9.40 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Óli Breckmann, næstformaður

John Johannessen

Olav Enomoto

Finnur Helmsdal (f. Heidi Petersen)

Tórbjørn Jacobsen

 

Marjus Dam var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 12. fundi 27. mars 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 58/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
Kl. 9.55 komu Petur Jacobsen og Jan Jacobsen umboðandi Rás 2 á fundin. Teir fóru av aftur fundinum kl. 10.15, tá Jógvan Jespersen, stjóri, og Rúni Heinesen, formaður í stýrinum fyri Kringvarp Føroya, komu á fundin. Teir fóru av aftur fundinum kl. 10.35.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.
 

3.      Løgtingsmál nr. 93/2006: Uppskot til samtyktar um alment listakeyp
Kl. 11.15 kom landsstýrismaðurin í mentamálum saman við Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra, og Mayfinn Norðoy, deildarleiðara á Landsverki, á fund við nevndina. Mayfinn Norðoy fór av fundinum kl. 11.50.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.
 

4.      Løgtingsmál nr. 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul
Kl. 11.50 kom Terji á Lakjuni, stjóri á Stuðulsstovninum, á fundin. Hann fór av aftur fundinum kl. 12.30.
 

5.        Løgtingsmál nr. 81/2006: Uppskot til samtyktar um Týðaragrunn Landsins
Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.

Pkt. 2 á dagsskránni varð umrøtt við landsstýrismannin, sum saman við Jóannes Dalsgaard fór av fundinum kl. 13.00.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 17. apríl 2007, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál 70/2006: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða fólkaskúlalógina

3.      Løgtingsmál 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung.

4.      Løgtingsmál 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul

5.      Løgtingsmál 112/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn

 

Í sambandi við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Føroya Lærarafelag

Kl. 10.30 Landsstýrismaðurin saman við rektaranum á Føroya Læraraskúla

 

Í sambandi við pkt. 3 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 11.00 Filmseftirlitið

Kl. 11.30 Landsstýrismaðurin

  

Fundur lokin kl. 13.15

 

Jóhanna Arge
skrivari