Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

12. fundur

Ár 2007, týsdagin hin 27. mars, kl. 9.30 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Óli Breckmann, næstformaður

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen og

Tórbjørn Jacobsen

 

Marjus Dam var ikki á fundi

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 11. fundi 13. mars 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.

Nevndin fekk avrit av innbjóðing til ráðstevnu um Rättivs kultur – kultur for hällbar ütveckling, sum verður í Finlandi 29. – 30. mai 2007.
 

2.      Løgtingsmál nr. 81/2006: Uppskot til samtyktar um Týðaragrunn landsins
Kl. 10.05 komu Arnbjørn Ó. Dalsgarð, formaður í Rithøvundafelag Føroya, og Hanus Kamban á fund við nevndina. Teir fóru av aftur fundinum kl. 10.40, tá Rói Patursson, formaður í Mentanargrunni Landsins, og Paulivar Andreasen, skrivari, komu á fundin. Teir fóru av aftur fundinum kl. 11.05.
 

3.      Løgtingsmál nr. 93/2006: Uppskot til samtyktar um alment listakeyp
Kl. 11.05 kom Helgi Fossádal, stjóri á Listasavni Føroya, á fundin. Hann fór av aftur fundinum kl. 11.30, tá Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, kom á fundin. Hon fór av aftur fundinum kl. 12.
 

4.      Løgtingsmál nr. 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul
Nevndin gjørdi av at boðsenda LFÚ, Toll- og Skattstovu Føroya og landsstýrismanninum á fund við nevndina.
 

5.      Løgtingsmál nr. 70/2006: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða fólkaskúlalógina
Nevndin gjørdi av at boðsenda Føroya Lærarafelag, Føroya Læraraskúla og landsstýrismanninum á fund við nevndina. 
 

6.      Løgtingsmál nr. 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung
Nevndin gjørdi av at boðsenda Filmseftirlitinum og landsstýrismanninum á fund við nevndina.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 10. apríl, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.        Løgtingsmál nr. 58/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

3.      Løgtingsmál nr. 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul

4.      Løgtingsmál nr. 93/2006: Uppskot til samtyktar um alment listakeyp

5.      Løgtingsmál nr. 81/2006: Uppskot til samtyktar um Týðaragrunn Landsins

 

Í sambandi við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl.   9.45 Rás 2 og Lindin

Kl. 10.15 Kringvarp Føroya

 

Í sambandi við pkt. 3 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.45 LFÚ

 

Í sambandi við pkt. 2, 3, 4 og 5 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 11.15 Landsstýrismaðurin saman við Landsverk (pkt. 4)

Kl. 11.30 Landsstýrismaðurin saman við Stuðulsstovninum (pkt. 3)

Kl. 12.00 Landsstýrismaðurin (pkt. 2 og 5)

  

Fundur lokin kl. 12.05

 

Jóhanna Arge
skrivari