Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

11. fundur

Ár 2007, týsdagin hin 13. mars, kl. 9.10 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen

Óli Breckmann

Olav Enomoto

Tórbjørn Jacobsen

 

Marjus Dam, John Johannessen og Heidi Petersen vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Skipan av nevnd
Andrias Petersen varð valdur til formann og Óli Breckmann til næstformann.
 

2.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 10. fundi 2. mars 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.

Nevndin fekk handað innbjóðing frá Bjørn Paturssyni um kunningarferð út í Koltur í mai/juni.

 

3.      Løgtingsmál nr. 58/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
Avgjørt varð at innkalla Kringvarp Føroya, Rás 2 og Lindina.
 

4.      Løgtingsmál nr. 81/2006: Uppskot til samtyktar um Týðaragrunn landsins
Avgjørt varð at innkalla Mentanargrunn Landsins, Rithøvundafelagið og landsstýrismannin í mentamálum.
 

5.      Løgtingsmál nr. 93/2006: Uppskot til samtyktar um alment listakeyp
Avgjørt varð at innkalla Listasavn Føroya, Inger Smærup Sørensen, listfrøðing, og Landsverk saman við landsstýrismanninum í mentamálum.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 27. mars, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.        Løgtingsmál nr. 81/2006: Uppskot til samtyktar um Týðaragrunn landsins

3.        Løgtingsmál nr. 93/2006: Uppskot til samtyktar um alment listakeyp

4.        Løgtingsmál nr. 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul

5.      Løgtingsmál nr. 70/2006: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða fólkaskúlalógina

 

Í sambandi við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Rithøvundafelagið

Kl. 10.30 Mentanargrunnur Landsins

 

Í sambandi við pkt. 3 á skránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 11.00 Listasavn Føroya

Kl. 11.30 Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur

 

Fundur lokin kl. 9.30

 

Jóhanna Arge
skrivari