Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

10. fundur

Ár 2007, fríggjadagin hin 2. mars, kl. 9.10 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Heðin Zachariasen møtti fyri Jógvan við Keldu

Marjus Dam

John Johannessen

Olav Enomoto

Finnur Helmsdal møtti fyri Heidi Petersen

Tórbjørn Jacobsen

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 9. fundi 27. februar 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál 60/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni
Kl. 9.20 kom Bárður Nielsen, landsstýrismaður, saman við Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóra, á fund við nevndina. Teir fóru av aftur fundi kl. 9.45.

Máli varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 6. mars 2007, kl 9.30 við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál 58/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

 

Fundur lokin kl. 10.00

 

Jóhanna Arge
skrivari