Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

9. fundur

Ár 2007, týsdagin hin 27. februar 2007, kl. 9.45 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Heðin Zachariasen møtti fyri Jógvan við Keldu

Marjus Dam

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen og

Tórbjørn Jacobsen

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 8. fundi 19. desember 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál 60/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni
Kl. 10.00 kom landsstýrismaðurin í mentamálum á fund saman við Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóra, og Kristian Rasmussen, deildarleiðara á Landsverk. Teir fóru av aftur fundinum kl. 10.40.

Kl. 11.00 kom Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, saman við Magnus Magnussen, formanni í Handverksmeistarafelagnum, og Jón Danielsen, nevndarlimi, á fundin. Teir fóru av aftur fundinum kl. 11.40.

Málið varð umrøtt.

 

Næsti fundur:

Eingin nýggjur fundur varð ásettur.

  

Fundur lokin kl. 11.45

 

Jóhanna Arge
skrivari