Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

8. fundur

Ár 2006, týsdagin hin 19. desember, kl. 10.35, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

John Johannessen

Olav Enomoto

Finnur Helmsdal møtti fyri Heidi Petersen

Tórbjørn Jacobsen

 

Jógvan við Keldu og Marjus Dam vóru ikki á fundi.  

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 7. fundi tann 12. desember 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
Kl. 10.35 kom Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, á fund við nevndina saman við Petur Petersen, aðalstjóra, og Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra. Landsstýrismaðurin fór av fundi kl. 11.00 og embætisfólkini kl. 11.10.

Málið varð umrøtt, og avgjørt varð at skriva álit.

 

Næsti fundur:

Eingin nýggjur fundur varð ásettur.

 

Fundur lokin kl. 11.25

 

Birita S. Samuelsen
skrivari