Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

7. fundur

Ár 2006, týsdagin hin 12. desember, kl. 9.30, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Marjus Dam

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen og

Tórbjørn Jacobsen

 

Jógvan við Keldu var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 5. fundi tann 4. desember 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend við smávegis rættingum. Gerðabókin frá 6. fundi tann 7. desember 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
Kl. 10.15 kom Joen H. Andreassen, fyrrverandi sorinskrivari og fyrrverandi Løgtingsins Umboðsmaður, á fund við nevndina. Hann fór av aftur fundi kl. 10.40.

Kl. 10.40 kom Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, Annika Sølvará, setursskrivari, og Kári á Rógvi, næstformaður í stjórnarskipanarnevndini, á fund við nevndina.

Frá Fróðskaparsetrinum fekk nevndin skjøl, sum eru send Mentamálaráðnum í sambandi við fíggjarlógararbeiðið fyri 2007 viðvíkjandi skipan av undirvísing í master í lóg og KT á Fróðskaparsetrinum.

Frá Kára á Rógvi fekk nevndin 2 útgávur av Føroyskum lógarriti.

Umboðini fyri Fróðskaparsetrið og Stjórnarskipanarnevndina fóru av fundi aftur kl. 11.15.

Klokkan 11.15 komu Mourits Joensen, formaður í BLF, og Katrina Maria Johannesen, nevndarlimur í BLF, á fund við nevndina. Tey fóru av fundi aftur kl. 11.55.

Málið varð umrøtt.

 

Næsti fundur:  

Eingin nýggjur fundur varð ásettur.

 

Fundur lokin kl. 12.20

  

Birita S. Samuelsen
skrivari