Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

5. fundur

Ár 2006, mánadagin hin 4. desember, kl. 13.00, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Heðin Zachariasen

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen og

Tórbjørn Jacobsen

 

Marjus Dam var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 4. fundi tann 28. november 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 47/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov om folkekirkens økonomi"
Kl. 13.20 kom Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum á fund við nevndina saman við Petur Petersen, aðalstjóra, Bjarna Wilhelm, deildarstjóra, og Bergi Berg, fulltrúa.

Landsstýrismaðurin og embætisfólk hansara fóru av fundi aftur kl. 14.00

Kl. 14.00 kom Hans Jacob Joensen, bispur, á fund við nevndina. Hann fór av fundi aftur kl. 14.35.

Málið varð umrøtt, og avgjørt varð at seta landsstýrismanninum í mentamálum skrivligan spurning um heimildina at nýta ein part av pengunum, sum koma inn í kirkjuskatti í 2007, til kravdar ábøtur á prestagarðar, skjal A.
 

3.      Løgtingsmál nr. 40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
Avgjørt varð at innkalla:
*   Jóan Paula Joensen, rektara á Fróðskaparsetrinum
*   Kára á Rógvi, næstformann í stjórnarskipanarnevndini
*   BLF
*   Joen H. Andreassen
*   Landsstýrismannin í mentamálum

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 12. desember 2006, kl. 9.30, við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 47/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om folkekirkens økonomi”

3.      Løgtingsmál nr. 40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

 

Í smb. við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Bjarni Bæk, dómpróstur, saman við formanninum fyri Próstadømisráðnum

 

Í smb. við pkt. 3 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.30 Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum og Kári á Rógvi, næstformaður í stjórnarskipanarnevndini

11.00 BLF

11.30 Joen H.. Andreassen, fyrrverandi sorenskrivari og Løgtingsins umboðsmaður

 

Fundur lokin kl. 14.50.

 

Birita S. Samuelsen
skrivari