Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

4.  fundur

Ár 2006, týsdagin hin 28. november, kl. 9.30, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Heðin Zachariasen møtti fyri Jógvan við Keldu

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen og

Tórbjørn Jacobsen

 

Marjus Dam var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

 Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 3. fundi tann 20. oktober 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 28/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan
Hoyringssvar frá Føroya Kærustovni, dagfest 24. november 2006, varð býtt út.

Kl. 10.05 kom Rannvá Zachariassen, skrivari í LFÚ, á fund við nevndina. Hon fór av fundi aftur kl. 10.20.

Kl. 10.45 komu Poul Geert Hansen, aðalstjóri í almanna- og heilsumála­ráðnum, og Eyðvør Mortensen, fulltrúi á Almannastovuni, á fund við nevndina. Tey fóru av fundi aftur kl. 10.55.

Kl. 11.05 kom Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, á fund við nevndina saman við Urd Johannessen, fulltrúa, og Terja á Lakjuni, stjóra á Stuðulsstovninum. Frá landsstýrismanninum fekk nevndin yvirlit yvir tal av ÚSUN-arum pr. 1. november 2006.
Landsstýrismaðurin fór av fundi kl. 11.35, og embætisfólkini fóru av fundi kl. 11.55.

Málið varð umrøtt og álit skrivað.

  

Næsti fundur:

 Eingin nýggjur fundur varð ásettur.

  

Fundur lokin kl. 12.15

 

Birita S. Samuelsen
skrivari