Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

3. fundur

Ár 2006, týsdagin hin 20. oktober, kl. 13.00, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Heðin Zachariasen (f. Jógvan við Keldu)

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen

Tórbjørn Jacobsen

 

Marjus Dam var ikki á fundi.  

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 2. fundi tann 17. oktober 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007, ið snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini

Ískoyti til svar frá landsstýrismanninum í mentamálum varð býtt út, skjal Ce.

 

Grein 7 í fíggjarlógaruppskotinum varð umrød, og ummælið varð skrivað.

 

Næsti fundur:

Eingin nýggjur fundur varð ásettur.

 

Fundur lokin kl. 15.45

 

Birita S. Samuelsen
skrivari