Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

2. fundur

Ár 2006, týsdagin hin 17. oktober, kl. 9.30, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Heðin Zachariasen (f. Jógvan við Keldu)

Marjus Dam

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen og

Tórbjørn Jacobsen

 

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 1. fundi 10. oktober 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007, ið snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini
Skrivarin býtti svarið frá landsstýrismanninum í mentamálum út, skjal Cd.

Klokkan 10.10 kom Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, á fund við nevndina saman við Petur Petersen, aðalstjóra, Bjarna Vilhelm, fyrisitingarleiðara, Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóra, Annu Kass, fíggjarfulltrúa, og Urd Johannesen, fulltrúa.

Landsstýrimaðurin gjøgnumgekk svarini.

Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av fundi kl. 12.15.

  

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin hin 20. oktober, kl. 13.00, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007, ið snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini

  

Fundur lokin kl. 12.15

 

Birita S. Samuelsen
skrivari