Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

1. fundur

Ár 2006, týsdagin hin 10. oktober, kl. 10.00, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Heðin Zachariasen

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen

Tórbjørn Jacobsen

 

Marjus Dam var ikki á fundi.  

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen 

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 15. fundi tann 2. mai 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007, ið snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini

Hesi skjøl vórðu býtt út:

Skriv frá fíggjarnevndini, dagfest 6. oktober 2006

Yvirlit yvir roknskapar- og ætlanartøl 2006, samanborið við uppskotið.

 

Fundurin niðurlagdur kl. 12.00 og uppafturtikin kl. 13.00

 

Uppskot til løgtingsfíggarlóg fyri 2007, § 7, varð gjøgnumgingið, og mentanarnevndin setti landsstýrismanninum í mentamálum teir spurningar, sum framganga av skjali Cc.

 

Næsti fundur:  

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 17. oktober 2006, kl. 9.30, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007, ið snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini

 

Kl. 10.00 kemur landsstýrismaðurin í mentamálum á fund við nevndina í smb. við pkt. 2 á dagsskránni

 

Fundur lokin kl. 15.50

 

Birita S. Samuelsen
skrivari