Gerðabók fyri formansskap Løgtingsins tingsetan 2006

15. fundur

Ár 2007, mikudagin hin 30. mai, kl. 10.00,  var fundur í formansskapi Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Edmund Joensen, formaður

Hergeir Nielsen, 1. næstformaður

Vilhelm Johannesen, 2. næstformaður

Óli Breckmann, 3. næstformaður

  

Til viðgerðar:

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 2. mai 2007 varð góðkend.
 

2.      Broytingaruppskot til løgtingsmál nr. 121/2006
Sambært uppriti frá umsitingini varð mælt til at burturvísa pkt. 3 í broytingaruppskoti frá minnilutanum um, at landsstýrismaður skal vera limur í fólkakirkjuni, tí hetta gongur í móti § 27, stk. 2, 2. pkt.

Meirilutin tók undir við, at formaðurin mælir Løgtinginum til at burturvísa uppskotinum. Hergeir Nielsen tók ikki undir við málinum.

 

3.      Grannskoðaður roknskapur hjá Løgtinginum fyri roknskaparárið 2005
Roknskapurin varð undirskrivaður.
 

4.      Ymist
a) Vallógin. Formaðurin bað um undirtøku at fara undir at fyrireika uppskot at leggja fyri tingið, at Føroyar verða eitt valdømi.
Óli Breckmann tók undir við formanninum. Hergeir Nielsen  mælir løgtingsformanninum frá at draga formansskapin inn í eitt mál, sum nýliga er viðgjørt og fallið á tingi. Tað er sera darvandi fyri integritetin hjá formansskapinum, at hesin gerst partur í einum viðgjørdum máli, sum skilir Løgtingið sundir í áleið javnstórar partar, og serstakliga óheppið fyri formannin, sum er valdur av einum samdum Løgtingi. Vilhelm Johannesen tekur ikki undir við, at formansskapurin fyrireikar slíkt uppskot.                                        b) Avgjørt var, at vísa uppskotið til nýtt løgtingshús fyri tingmonnum eftir løgtingsfundin fríggjadagin 1. juni.

 

Fundur lokin kl. 12.00

 

Edmund Joensen

    formaður                                                                 

 Súsanna Danielsen

                                                                                             skrivari