Gerðabók fyri formansskap Løgtingsins tingsetan 2006

8. fundur

Ár 2006, hósdagin hin 30. november, kl. 18.25,  var fundur í formansskapi Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Edmund Joensen, formaður,

Hergeir Nielsen, 1. næstformaður

Vilhelm Johannesen, 2. næstformaður

Óli Breckmann, 3. næstformaður

 

 

Til viðgerðar:

1.      Kæra frá Tjóðveldisflokkinum um tingviðgerðina av munnligum fyrispurningum á tingfundi 8. november 2006
Uppskot til svarskriv til Tjóðveldisflokkin varð býtt út, lisið upp og umrøtt.

Ein samdur formansskapur tók undir við uppskotinum til svarskriv.

Gjørt varð av, at brævið skal vera Tjóðveldisflokkinum í hendi, áðrenn tað fer út til nakran annan.

 

Fundur lokin kl. 18.40

 

 

Edmund Joensen

   Formaður

/Kristina Samuelsen

skrivari