Gerðabók fyri formansskap Løgtingsins tingsetan 2006

5. fundur

Ár 2006, hósdagin hin 26. oktober, kl. 19.25,  var fundur í formansskapi Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Edmund Joensen, formaður

Hergeir Nielsen, 1. næstformaður

Vilhelm Johannesen, 2. næstformaður

Óli Breckmann, 3. næstformaður

  

Til viðgerðar:

1.      Støðutakan til búmerki Løgtingsins
Avgjørt varð at brúka vinnarauppskotið og at heita á Inga Joensen, grafikara, um at sniðgeva búmerkið soleiðis, at tað kann nýtast í teimum høpum, Løgtingið hevur tørv á tí.

  

Fundur lokin kl. 19.35

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

                                                                                      Súsanna Danielsen

                                                                                             skrivari