Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2005

17. fundur

Ár 2006, hósdagin hin 4. mai, kl. 13.15, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Poul Michelsen

Sverre Midjord

Rósa Samuelsen

Finnur Helmsdal

 

Kristian Magnussen og Bill Justinussen vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 16. fundi tann 27. apríl 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.        Kunningarferð
Nevndin avgjørdi at fara á ferð til Álands í september at kunna seg um umhvørvisvernd og útlendingamál, herundir skipanina við ”hembygdsret” á Álandi. Eisini avgjørdi nevndin at fara at vitja í danska útlendinga­stýrinum á veg heimaftur.

  

Næsti fundur:

 Eingin nýggjur fundur varð ásettur.

  

Fundur lokin kl. 13.35

 

Birita S. Samuelsen
skrivari