Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2005

15. fundur

Ár 2006, mánadagin hin 24. apríl, kl. 9.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Eli Christiansen

John Johannessen (f. Sverra Midjord)

Rósa Samuelsen

Finnur Helmsdal

 

Bill Justinussen var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

Til viðgerðar:

 

Gerðabókin
Gerðabókin frá 14. fundi tann 3. apríl 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

Løgtingsmál nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
Kl. 10.00 kom Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman við Rúna Joensen, aðalstjóra, og Marjun Magnussen, løgfrøðingi. Frá landsstýrismanninum fekk nevndina svar upp á spurningar, settir í telduposti tann 3. og 21. apríl 2006.
Landsstýrismaðurin og embæstisfólkini fóru av fundi aftur klokkan 11.15.
Málið varð umrøtt.

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 27. apríl, kl. 12.30, við hesi skrá:

 

1. Gerðabókin

2. Løgtingsmál nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd

3. Kunningarferð

  

Fundur lokin kl. 12.10

 

Birita S. Samuelsen
skrivari