Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2005

14. fundur

Ár 2006, mánadagin hin 3. apríl, kl. 9.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

John Johannessen (f. Sverre Midjord)

Bill Justinussen

 

Marjus Dam og Finnur Helmsdal vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 13. fundi tann 27. mars 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 88/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løtingslóg um flaggið
Klokkan 9.55 kom Karen Marie Olesen, fúti, á fundi við nevndina saman við Finn Ougaard, varðafúta. Tey fóru av fundi aftur klokkan 10.15.

Klokkan 11.15 kom Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman við Rúna Joensen, aðalstjóra.

Málið varð umrøtt, og avgjørt varð at skriva álit, sum verður undirskrivað á tingfundinum týsdagin.
 

3.      Løgtingsmál nr. 95/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om adoption”
Klokkan 10.25 kom Annika Poulsen, formaður í Ættleiðingarfelagnum, á fund við nevndina. Hon fór av fundi aftur klokkan 10.45.

Klokkan 10.45 kom Søren Christensten, ríkisumboðsmaður, á fund við nevndina saman við Mariam Khalil, fulltrúa. Frá Ríkisumboðsmanninum fekk nevndin yvirlit yvir útlendskar ættleiðingar árini 2000-2005. Tey fóru av fundi aftur 11.05.

Landsstýrismaðurin í innlendismálum var eisini á fundi til hetta málið.
Teir fóru av fundi aftur klokkan 11.40.

Málið varð umrøtt, og avgjørt varð at skriva álit, sum verður undirskrivað á tingfundinum týsdagin.
 

4.        Løgtingsmál nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
Avgjørt varð at seta landsstýrismanninum í innlendismálunm teir spurningar, sum framganga av skjali C.  

 

 

Næsti fundur:

 Eingin nýggjur fundur varð ásettur.

  

Fundur lokin kl. 12.10

 

Birita S. Samuelsen
skrivari