Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2005

13. fundur

Ár 2006, mánadagin hin 27. mars, kl. 9.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Marjus Dam

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Poul Michelsen og Sverre Midjord vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

 Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 12. fundi tann 20. mars 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
Kl. 9.50 komu á fund við nevndina
- Ingi Samuelsen frá Dimmalætting
- Óli Jacobsen frá FF-blaðnum
- Jan Müller frá Sosialinum
- Óla Jákup Rólantsson, Árni Arge og Petur Slyne frá Vikublaðnum
- Dan Klein frá Oyggjatíðindi

Frá Óla Jacobsen fekk nevndin skriv viðvíkjandi fjølmiðlaábyrgdarlógini.

Teir fóru av fundi aftur kl 10.35

Kl. 10.35 kom Heini Gaard, formaður í Blaðmannafelagnum, á fund við nevndina. Hann fór av fundi kl. 10.55.

Kl. 11.05 komu Jan Müller, Ingi Samuelsen og Hjalgrím Samuelsen frá Blaðútgevarafelagnum á fund við nevndina. Teir fóru av fundi kl 12.35.
 

3.      Løgtingsmál nr. 88/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið
Avgjørt varð at innkalla Fútan og landsstýrismannin í innlendismálum.
 

4.      Løgtingsmál nr. 95/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om adoption”
Avgjørt varð at innkalla Ættleiðingarfelagið, Ríkisumboðsmannin og landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 3. apríl 2006, kl. 9.30, við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 88/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løtingslóg um flaggið

3.      Løgtingsmál nr. 95/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om adoption”

4.      Løgtingsmál nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd

 

Kl.  9.45 kemur Fútin á fund við nevndina í smb. við pkt. 2 á dagsskránni

Kl. 10.15 koma umboð fyri Ættleiðingarfelagið á fund við nevndina í smb. við pkt. 3 á dagsskránni

Kl. 10.45 kemur Ríkisumboðsmaðurin á fundi við nevndina í smb. við pkt. 3 á dagsskránni

Kl. 11.15 kemur landsstýrismaðurin í innlendismálum á fund við nevndina í smb. við pkt. 2 og 3 á dagsskránni. 

 

Fundur lokin kl. 11.55

 

Birita S. Samuelsen
skrivari