Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2005

12. fundur

Ár 2006, mánadagin hin 20. mars, kl. 9.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

John Johannessen (f. Mikkjal Sørensen)

Finnur Helmsdal

 

Marjus Dam og Bill Justinussen vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 10. fundi tann 7. mars 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend. Gerðabókin frá 11. fundi tann 13. mars 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
Avgjørt varð at innkalla blaðútgevararfelagið.

Klokkan 10.00 komu Jógvan Jespersen, Øssur Winthereig og Jóhann Mortensen frá Kringvarpi Føroya á fund við nevndina. Teir fóru av fundi kl. 10.55.

Kl. 11.10 komu Dánjal á Dul Jacobsen og Preben Hansen frá Lindini og Petur Jacobsen frá Rás 2 á fund við nevndina. Teir fóru av fundi kl. 11.45.

Nevndarskrivarin býtti skjal frá Óla Jacobsen út um fjølmiðlaábyrgdar­lógina.

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 27. mars, kl. 9.30, við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd

3.      Løgtingsmál nr. 88/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið.

4.      Løgtingsmál nr. 95/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om adoption”.

 

Hesi koma á fund við nevndina í smb. við pkt. 2 á dagsskránni:

Kl. 9.45 umboð fyri Dimmalætting, Sosialin, Oyggjatíðindi, FF-blaðið, Vikublaðið, Norðlýsið og Vinnuvitan

Kl. 10.30 Umboð fyri Blaðmannafelagið

Kl. 11.00 Umboð fyri Blaðútgevarafelagið

 

Fundur lokin kl. 12.00

 

Birita S. Samuelsen
skrivari