Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2005

10. fundur

Ár 2006, týsdagin hin 7. mars, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

John Johannessen møtti fyri Sverra Midjord

Marjus Dam

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Kári P. Højgaard møtti sum eygleiðari.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 9. fundi tann 12. desember 2005 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
Avgjørt varð at innkalla
-  Norðlýsið, Oyggjatíðindi, FF-blaðið, Dimmalætting, Sosialin,
   Vinnuvitan, Vikublaðið og Blaðmannafelagið.
-  Rás 2 og Lindina
-  Kringvarp Føroya, stjóran og tíðindastjórarnar
-  Landsstýrismannin í innlendismálum
 

3.      Løgtingsmál nr. 53/2005: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd viðvíkjandi umskipan av SEV til partafelag
Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at innkalla Stýrið fyri SEV, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag.

 

Næsti fundur:  

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 13. mars, kl. 12.30, við hesi skrá:

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 53/2005: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd viðvíkjandi umskipan av SEV til partafelag

 

Klokkan 12.30 koma umboð fyri Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag og Stýrið fyri SEV á fund við nevndina í smb. við pkt. 2 á dagsskránni.

 

Fundur lokin kl.  11.15

 

Birita S. Samuelsen
skrivari