Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2005

9. fundur

Ár 2005, mánadagin hin 12. desember, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Finnur Helmsdal

 

Sverre Midjord, Marjus Dam og Bill Justinussen vóru ikki  á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 8. fundi tann 28. november 2005 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 40/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing
Klokkan 10.30 kom Henrik Møller, sorinskrivari, á fund við nevndina.
Hann fór av fundi aftur klokkan 10.55.

Klokkan 11.00 kom Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman við Rúna Joensen, aðalstjóra, og Marjun Magnussen, fulltrúa.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at neyðugt verður at gera broytingar í skiftisreglunum, og at skriv viðvíkjandi hesum broytingum væntandi verður sent nevndini seinnapartin. Nevndin bað eisini landsstýrismannin um skrivliga at fáa upplýst, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur viðvíkjandi skipanini av kærumøguleikanum.

Landsstýrismaðurin og embætisfólk hansara fóru av fundi aftur klokkan 11.35.

 

Næsti fundur:  

Eingin komandi fundur varð ásettur.

 

Fundur lokin kl. 11.40.

 

Birita S. Samuelsen
skrivari