Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2005

8. fundur

Ár 2005, mánadagin hin 28. november, kl. 10.15, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Sverre Midjord og Marjus Dam vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 7. fundi tann 21. november 2005 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 21/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)
Klokkan 10.30 kom Karen Marie Olesen, fúti, og Finn Ougaard, varðafúti, á fund við nevndina. Fútin og varðafútin fóru av fundi aftur klokkan 11.00.

Klokkan 11.00 kom Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman við Rúna Joensen, aðalstjóra.
Nevndin heitti á landsstýrismannin um at kanna, hvørjir altjóða sáttmálar eru galdandi á økinum, og hvørjar landsstýrið hevur tikið undir við.

Landsstýrismaðurin og aðalstjórin fóru av fundi aftur klokkan 11.20.

Klokkan 11.25  kom Tormóður Stórá, psykiatari, á fund við nevndina. Hann
fór av fundi aftur klokkan 11.50.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð, at nevndarlimirnir koma við sínum viðmerkingum til álitið í seinasta lagið mikudagin 30. november 2005.
 

3.      Løgtingsmál nr. 40/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing
Avgjørt varð at innkalla umboð fyri Tinglýsingina og landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 5. desember 2005, kl. 10.00, við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 40/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing

 

Hesi koma á fund við nevndina í smb. við pkt. 2 á dagsskránni:

 

Kl. 10.30 Umboð fyri Tinglýsingina

Kl. 11.00 Landsstýrismaðurin í innlendismálum

 

 

Fundur lokin kl. 12.15

 

Birita S. Samuelsen
skrivari