Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2005

7. fundur

Ár 2005, mánadagin hin 21. november, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Poul Michelsen

Sverre Midjord

Gunnar Nattestad

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Kristian Magnussen var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 6. fundi tann 9. november 2005 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 21/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)
Málið varð umrøtt. Møguligar innkallingar vórðu umrøddar.

 

Næsti fundur:  

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 28. november 2005, kl. 10.00, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 21/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)
  3. Løgtingsmál nr. 40/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing  (1. viðgerð 22. november 2005)

 

Fundur lokin kl. 12.25

 

Birita S. Samuelsen
skrivari