Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2005

6. fundur

Ár 2005, mikudagin hin 9. november, kl. 11.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Jákup Mikkelsen møtti fyri Anniku Olsen

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Sverre Midjord og Marjus Dam vóru ikki á fundi.

 

Hergeir Nielsen møtti sum eygleiðari.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 5. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 11/2005: Uppskot til løgtingslóg um túratal hjá Smyrli
Klokkan 11.10 kom Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman Hilmar Høgenni, deildarstjóra, Kristian Davidsen, stjóra á Strandfaraskipum Landsins, og Johnny Poulsen, fíggjarleiðara á Strandfaraskipum Landsins.

Frá Strandfaraskipum Landsins fekk nevndin skriv sent til fíggjarnevndina 2. november 2005 m.a. viðvíkjandi kostnaðarmeting við einum eyka túri hjá Smyrli millum Havnina og Krambatanga.

Landsstýrismaðurin og embætisfólk hansara fóru av fundi klokkan 11.45.

Málið varð umrøtt og álit skrivað.

 

Næsti fundur:  

Eingin nýggjur fundur varð ásetttur.

 

Fundur lokin kl. 12.05

 

Birita S. Samuelsen
skrivari