Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2005

2. fundur

Ár 2005, mánadagin hin 10. oktober, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Finnur Helmsdal og

Bill Justinussen

 

Sverre Midjord og Marjus Dam vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 1. fundi tann 5. oktober 2005 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006, ið snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini
Hesi skjøl vóru býtt út:
Skriv frá fíggjarnevndini, dagfest 6. oktober 2005.
Yvirlit yvir roknskapar- og ætlanartøl 2005, samanborið við uppskotið.

Klokkan 10.40 kom Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman við Rúna Joensen, aðalstjóra, Hugin Skaalum, fíggjarfulltrúa, og Kristian Davidsen, stjóra á Strandfaraskipum landsins.

Frá landsstýrismanninum í innlendismálum fekk nevndin avrit av reglugerð fyri stuðli til frama fyri viðarvøkstrið, býtið av játtanini til umhvørvisverndartiltøk 2005 og reglugerð fyri stuðli av játtanini til umhvørvis- og náttúruverndartiltøk.

Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av fundi aftur klokkan 11.55.

Klokkan 11.55 kom Jóannes Eidesgaard, løgmaður, á fund við nevndina saman við Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóra, og John Rajani, deildarstjóra.

Frá løgmanni fekk nevndin avrit av einum yvirliti yvir bygningarnar í Tinganesi, eina heildarætlan fyri umbyggingina í Tinganesi og eina fyribils íløguætlan.

Løgmaður og embætisfólk hansara fóru av fundi aftur klokkan 12.20.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð, at nevndarlimirnir senda sínar viðmerkingar til ummæli til nevndarskrivaran.

 

Næsti fundur:

 Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 20. oktober 2005, kl. 10.00, við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 11/2005: Uppskot til løgtingslóg um túratal hjá Smyrli

3.      Løgtingsmál nr. 8/2005: Uppkskot til løgtingslóg um broyting í løtingslóg um val til Føroya Løgting

 

Hesi koma á fund við nevndina í smb. við pkt. 2 á dagsskránni:

Kl. 10.30 Jacob Vestergaard

Kl. 11.00 Landsstýrismaðurin í innlendismálum saman við umboðum fyri Strandfaraskip Landsins

 

Fundur lokin kl. 12.40

 

Birita S. Samuelsen
skrivari