Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2005

1. fundur

Ár 2005, mánadagin hin 5. oktober, kl. 13.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Poul Michelsen

Sune Jacobsen

Finnur Helmsdal og

Bill Justinussen

 

Kristian Magnussen, næstformaður, og Sverre Midjord vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 15. fundi tann 10. mai 2005 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 8/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Avgjørt var at innkalla Zacharias Wang, Petur Zachariassen og landsstýrsimannin í innlendismálum á fund við nevndina. 
 

3.      Løgtingsmál nr. 11/2005: Uppskot til løgtingslóg um túratal hjá Smyrli
Avgjørt var at innkalla landsstýrismannin í innlendismálum, umboð fyri Strandfaraskip Landsins og Jacob Vestergaard, formann fyri samferðslubólkin í Suðuroy, á fund við nevndina.

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 10. oktober 2005, kl. 10.00, við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006, ið snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini

  

Fundur lokin kl. 13.30

 

Birita S. Samuelsen
Skrivari