Gerðabók fyri formansskap Løgtingsins tingsetan 2005

6. fundur

Ár 2005, týsdagin hin 13. december, kl. 10.00,  var fundur í formansskapi Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Edmund Joensen, formaður,

Hergeir Nielsen, 1. næstformaður

Óli Breckmann, 3. næstformaður

 

Vilhelm Johannesen, 2. næstformaður, var ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

1)      J.nr. 112-20010001: Gerðabók frá fundi 16. november 2005
Gerðabókin varð góðkend.
 

2)      J.nr. 214-20050004: Umsókn frá komandi umboðsmanninum eftir § 14, stk. 2 í lógini um Løgtingsins Umboðsmann
Samtykt varð at ganga umsóknini frá Sólju í Ólavsstovu á møti, tó soleiðis at heita á hana um at fáa arbeiðini liðug skjótast tilber.
 

3)      Løgtingsmál nr. 39/2005: Støðutakan til, um formansskapurin við støði í § 57, stk. 1 skal mæla Løgtinginum til at vísa burtur broytingaruppskoti frá Vinnunevndini í løgtingsmáli nr. 39: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan, við teirri grundgeving, at mett verður, at uppskotið ikki er í samsvari við § 41 í stýrisskipanarlógini
Samtykt varð, at løgtingsformaðurin mælir til burturvísing.
 

4)      Ymist

a)      Avgjørt varð, at tá kaffistovan hvørvur, verður roykirúm í tí minsta fundarhølinum og kaffistovan annars í tí mittasta fundarhølinum.

b)      Ymist í samband við jólaborðið varð umrøtt.

 

Fundur lokin kl. 11.30

 

Edmund Joensen

    formaður                                                            

/Súsanna Danielsen

                                                                                     skrivari