Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

12. fundur

Ár 2005, mánadagin hin 18. apríl, kl. 10.10, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Poul Michelsen

Finnur Helmsdal

Egin Henriksen møtti fyri Bill Justinussen

 

Kristian Magnussen, Mikkjal Sørensen og Marjus Dam vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

  1. Gerðabókin
    Gerðabókin frá fundi 11. apríl 2005 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
     
  2. Løgtingsmál nr. 47/2004: Uppskot til løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
    Uppskot til álit varð gjøgnumgingið, og rættingar gjørdar. Álitið verður undirskrivað á tingfundinum mikudagin.
     
  3. Løgtingsmál nr. 68/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd
    Klokkan 11.10 kom løgmaður á fund við nevndina saman við Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóra og Sjúrði Rasmussen, ráðgeva.

    Frá løgmanni fekk nevndin avrit av reglugerð um samsýning til limirnar í grundlógarnevndini og meting av mánaðarligari samsýning til limirnar í grundlógarnevndini.

    Løgmaður og embætisfólk hansara fóru av fundi aftur klokkan 11.40.

    Málið varð umrøtt.

 

Næsti fundur:  

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 26. apríl, kl. 10.00, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 68/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd

 

Fundur lokin kl. 12.25

 

Birita S. Samuelsen
skrivari