Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

11. fundur

Ár 2005 mánadagin hin 11. apríl, kl. 9.45, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Mikkjal Sørensen og

Finnur Helmsdal  

 

Marjus Dam og Bill Justinussen vóru ikki á fundi. 

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

Til viðgerðar:

 

  1. Gerðabókin
    Gerðabókin frá fundi 4. apríl 2005 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
     
  2. Løgtingsmál nr. 47/2004: Uppskot til løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
    Klokkan 10.10 komu umboð frá Fiskimálaráðnum á fund við nevndina, Herálvur Joensen, aðalstjóri, Ronnie Háfoss, løgfrøðingur, Rógvi F. Johansen samskipari í tilbúgving, og Elmar Højgaard, stjóri á Vaktar- og Bjargingartænastuni. Teir fóru av fundi aftur klokkan 10.45.

    Klokkan 10.45 kom Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman við Anni á Hædd, ráðgeva, Jacob Paula Joensen, deildarleiðara á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og Suna Petersen, umhvørvisviðgerða á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Landsstýrismaðurin og embætisfólk hansara fóru av fundi aftur klokkan 12.40.

    Málið varð umrøtt. Gjørt varð av at skriva uppskot til álit til næsta fund.
     
  3. Løgtingsmál nr. 68/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd
    Stundir vóru ikki at viðgera málið.

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 18. apríl, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 47/2004: Uppskot til løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
  3. Løgtingsmál nr. 68/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd

 

Klokkan 11.00 kemur løgmaður á fund við nevndina í smb. við pkt. 3 á dagsskránni

 

Fundur lokin kl. 12.50

 

Birita S. Samuelsen
skrivari