Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

10. fundur

Ár 2005, mánadagin hin 4. apríl, kl. 9.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Jákup Mikkelsen møtti fyri Poul Michelsen

Mikkjal Sørensen

Marjus Dam

Finnur Helmsdal og

Bill Justinussen

 

Kristian Magnussen var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 8. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend. Gerðabókin frá 9. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 47/2004: Uppskot til løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
Klokkan 10.00 komu Rodmundur Nielsen, Heðin Mortensen, Jens Marius Poulsen og Ingibjørg Berg frá Kommunusamskipan Føroya á fund við nevndina. Tey fóru av fundi aftur klokkan 10.45.

Klokkan 10.45 komu Rósa Samuelsen og Sveiney Sverrisdóttir frá Føroya Kommunufelag á fund við nevndina. Tær fóru av fundi aftur klokkan 11.10.

Klokkan 11.10 kom Petur Olsen, deildarstjóri á Brunaumsjón Landsins, á fund við nevndina. Frá Petur Olsen fekk nevndin nakrar skrivligar viðmerkingar til lógaruppskotið. Eisini fekk nevndin eina frágreiðing um tilbúgvingina í samband við oljudálkingina frá Baltic Carrier. Petur Olsen fór av fundi aftur klokkan 11.40.

Klokkan 11.40 kom Pauli Einarsson, frá P/F OSR, á fund við nevndina. Hann fór av fundi aftur klokkan 12.15.

Fundurin varð niðurlagdur klokkan 12.20 og uppafturtikin klokkan 13.30.
 

3.      Løgtingsmál nr. 68/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd
Klokkan 13.30 kom Jóan Pauli Joensen, formaður í grundlógarnevndini, á fund við nevndina. Hann fór av aftur fundi klokkan 14.15.

 

Næsti fundur:  

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 11. apríl, kl. 9.30, við hesi skrá:

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 47/2004: Uppskot til løgtingslóg um verju av havumhvørvinum

3.      Løgtingsmál nr. 68/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd.

 

Hesi koma á fund við nevndina í smb við pkt. 2 á dagsskránni:

Kl. 10.00 Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø

Kl. 10.30 Avvarðandi landsstýrismaður saman við Heilsufrøðiligu Starvstovuni

Kl. 11.00 Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu

 

Fundur lokin kl. 14.40

 

Birita S. Samuelsen
skrivari