Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

4. fundur

Ár 2004, mánadagin hin 18. oktober, kl. 10.45, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Alfred Olsen, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Poul Michelsen
Finnur Helmsdal

Sverre Midjord, Marjus Dam og Bill Justinussen vóru ikki á fundi.

Skrivari:
Birita S. Samuelsen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabókin
    Viðgerðin av gerðabókini varð útsett.
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005, ið snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini
    Landsstýrismaðurin í innlendismálum møtti á fund við nevndina klokkan 10.50 saman við Rúna Joensen, aðalstjóra, Hilmar Høgenni, deildarleiðara, og Hugin Skaalum, fulltrúa.

    Nevndin setti landsstýrismanninum nakrar spurningar viðvíkjandi § 15 á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005.

    Landsstýrismaðurin og embætisfólk hansara fóru av fundi klokkan 11.45.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 21. oktober, kl. 9.30, við hesi skrá:

  1. Gerðabókin
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005, ið snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini.

Fundur lokin kl. 12.05

Birita S. Samuelsen
skrivari