Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

10. fundur

Ár 2005, mikudagin hin 4. mai, kl. 10.00, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Jákup Mikkelsen , næstformaður

John Johannessen

Marjus Dam

Asbjørn Djurhuus

Heidi Petersen

Karsten Hansen møtti fyri Tórbjørn Jacobsen

  

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin

Gerðabókin frá 9. fundi 19. apríl 2005 varð býtt út, lisin upp og góðkend.

 

2.      Løgtingsmál nr. 94/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni

Gjørt varð av, at bygdaráðsformenninir/borgarstjórarnir í øllum kommununum í Suðuroynni, leiðarin fyri miðnámsskúlan í Suðuroynni og leiðarin fyri Heilsuskúlan á Tvøroyri, eitt umboð fyri gransingarverkætlanina fyri Økismenning og umboð fyri arkitektavirkið v/ Árna Winther skulu innkallast í málinum.

 

Klokkan 10.20 kom Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, á fund við nevndina saman við Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóra. Teir fóru av fundi aftur klokkan 11.25.

 

Málið varð umrøtt.

 

3.      Nevndarvitjan, mentanarnevndin í Álandi

Umrøtt varð, hvar mentanarnevndin í Álandi skal vitja á ferðini í Føroyum, og avgjørt varð, at skrivarin ger uppskot til skrá fyri vitjanina saman við formanninum og næstformanninum.

 

Næsti fundur:  

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 9. mai, kl. 8.00, við hesi skrá: 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 94/2004: Uppskot til løtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni

 

Hesi koma á fund við nevndina í smb. við pkt. 2 á dagsskránni:

Kl. 8.15 Bygdaráðsformenn/borgarstjórar í kommununum í Suðuroynni

Kl. 9.00  Leiðarin fyri miðnámsskúlan og leiðarin fyri heilsuskúlan í Suðuroynni

Kl. 9.15 Umboð fyri granskingarverkætlanina fyri Økismenning

Kl. 9.30 Umboð fyri Arkitektavirkið v/ Árna Winther

  

Fundur lokin kl. 11.45

 

Birita S. Samuelsen
skrivari