Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

8. fundur

Ár 2005, týsdagin hin 12. apríl, kl. 9.45, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Marjus Dam

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen og

Karsten Hansen, sum møtti fyri Tórbjørn Jacobsen

 

Jákup Mikkelsen var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

  1. Gerðabókin
    Gerðabókin frá fundi 5. apríl varð býtt út, lisin upp og góðkend.
     
  2. Løgtingsmál nr. 54/2004: Uppskot til løgtingslóg um serskúla
    Álit varð undirskrivað.
     
  3. Løgtingsmál nr. 59/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja Fiskivinnuskúla í Vestmanna
    Málið varð umrøtt, og avgjørt varð at undirskriva álit á tingfundinum mikudagin.
     
  4. Løgtingsmál nr. 67/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.
    Klokkan 10.00 komu umboð fyri LISA á fund við nevndina, Jenny Petersen, formaður, Jóna Rasmussen, starvsnevndarlimur og Súsanna Holm, skrivari. Tær fóru av fundi aftur klokkan 10.10

    Klokkan 10.35 kom Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, á fund við nevndina, saman við Mariu Húsgarð, løgfrøðingi, og Jóan Petur Hentze, fulltrúa.

    Frá landsstýrismanninum í mentamálum fekk nevndin eitt skriv, við uppskoti til nýggja orðing av § 2, stk. 5 í uppskotinum.

    Jóan Petur Hentze fór av fundi aftur klokkan 11.00

    Málið varð umrøtt, og avgjørt varð at undirskriva álit á tingfundinum mikudagin.

     
  5. Løgtingsmál nr. 60/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum
    Klokkan 11.00 komu Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóri, og Christina Nolsøe, undirvísingarleiðari, á fund við nevndina.

    Eyðbjørn Poulsen, Christina Nolsøe og Maria Húsgarð fóru av fundi aftur klokkan 11.10.

    Málið varð umrøtt og avgjørt varð at undirskriva álit á tingfundinum mikudagin.
     
  6. Løgtingsmál nr. 66/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
    Klokkan 11.10 kom Olaus Jespersen, deildarstjóri, á fund við nevndina.

    Landsstýrismaðurin og deildarstjórin fóru av fundi klokkan 11.40.

    Málið varð umrøtt, og avgjørt varð at undirskriva álit á tingfundinum mikudagin.
     
  7. Løgtingsmál nr. 61/2004: Uppskot til løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum
    Málið varð umrøtt.
     

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 19. apríl, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 61/2004: Uppskot til løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum

 

Hesi koma á fund við nevndina í smb. við pkt. 2 á dagsskránni:

Kl. 10.15 Jonhard Mikkelsen frá forlagnum Sprotanum

Kl. 10.35 Niels Jákup Thomsen, frá Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Kl. 11.00 Landsstýrismaðurin í mentamálum saman við Helenu Dam á Neystabø, leiðara á Skúlabókagrunninum.

 

Fundur lokin kl. 11.55

 

Birita S. Samuelsen
skrivari