Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

7. fundur

Ár 2005, týsdagin hin 5. apríl, kl. 9.40, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Jákup Mikkelsen , næstformaður

Marjus Dam

John Johannessen

Olav Enomoto

Sunniva Kollslíð og

Tórbjørn Jacobsen

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

 

Til viðgerðar:

Málini komu ikki til viðgerðar sambært dagsskránni.

 

  1. Gerðabókin
    Gerðabókin frá 6. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.
     
  2. Løgtingsmál nr. 54/2004: Uppskot til løgtingslóg um serskúla
    Klokkan 10.00 kom landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum á fund við nevndina saman við Súsannu Nolsøe, fulltrúa. Tey fóru av fundi aftur klokkan 11.10.

    Klokkan 11.15 komu frá Mentamálaráðnum Olaus Jespersen, deildarstjóri, Poul Nolsøe, løgfrøðingur og Doris Hansen, ráðgevi. Tey fóru av fundi aftur klokkan 11.50.

    Málið varð umrøtt.
     
  3. Løgtingsmál nr. 64/2004: Uppskot til løgtingslóg um at digitalisera Útvarp og Sjónvarp Føroya
    Klokkan 10.30 komu frá Útvarp- og Sjónvarp Føroya Jógvan Jespersen, Hans Andor Johannesen og Carsten M. Arnskov, og frá Mentamálaráðnum Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri, og Bjarni Vilhelm, fyrisitingarleiðari. Teir fóru av fundi aftur klokkan 11.10.

    Málið varð umrøtt. Gjørt varð av at undirskriva álit á tingfundinum seinnapartin.
     
  4. Løgtingsmál nr. 59/2004:Uppskot til løgtingslóg um at byggja Fiskivinnuskúla í Vestmanna
    Klokkan 11.50 komu frá Mentamálaráðnum Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóri, og Niclas Hovgaard, undirvísingarleiðari, á fund við nevndina. Teir fóru av fundi aftur klokkan 12.15.

    Málið varð umrøtt.
     
  5. Løgtingsmál nr. 67/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.
    Stundir vóru ikki til at viðgera málið.
     
  6. Løgtingsmál nr. 60/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum
    Gjørt varð av at innkalla landsstýrismannin í mentamálum.
     
  7. Løgtingsmál nr. 61/2004: Uppskot til løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum
    Nevndin fekk útflyggjað avrit av brævi frá nevndini í Føroya Skúlabókagrunni, skjal A. Gjørt varð av, at landsstýrismaðurin í mentamálum skal innkallast í málinum saman við Helenu Dam á Neystabø, leiðara á Skúlabókagrunninum. Jonhard Mikkelsen frá forlagnum Sprotanum og Niels Jákup Thomsen, frá Bókadeild Føroya Lærarfelags.
     
  8. Løgtingsmál nr. 66/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
    Gjørt varð av, at innkalla landsstýrismannin í mentamálum.

 

Næsti fundur:  

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 12. apríl 2005, kl. 9.30, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 54/2004: Uppskot til løgtingslóg um serskúla
  3. Løgtingsmál nr. 59/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja Fiskivinnuskúla í Vestmanna
  4. Løgtingsmál nr. 67/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.
  5. Løgtingsmál nr. 60/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum
  6. Løgtingsmál nr. 66/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
  7. Løgtingsmál nr. 61/2004: Uppskot til løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Umboð fyri LISA í smb. við pkt. 4 á dagsskránni

Kl. 10.30 Landsstýrismaðurin í mentamálum í smb. við pkt. 4, 5 og 6 á dagsskránni.