10. fundur

Ár 2004, mikudagin hin 21. apríl, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Alfred Olsen, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Poul Michelsen
Sverre Midjord
Finnur Helmsdal
Bill Justinussen

Marjus Dam var ikki á fundi.

Skrivari:
Birita S. Samuelsen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabókin
    Góðkenning av gerðabókini frá 9. fundi 19. apríl 2004 varð tikið av skrá.
  2. Løgtingsmál nr. 54/2003: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
  3. Løgtingsmál nr. 65/2003: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vigðerð av persónsupplýsingum

    Pkt. 2 og 3 á dagsskránni varð viðgjørt undir einum.

    Klokkan 10.10 komu Bjarni Wilhelm, Marianna á Dul og Turið Debes Hentze frá Dátueftirlitinum á fund við nevndina. Tey fóru av fundi aftur klokkan 10.55.

    Klokkan 10.55 kom landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, á fund við nevndina saman við Hjørdis Gaard, fulltrúa. Frá landsstýrismanninum í vinnumálum fekk nevndin eitt skrivligt svar upp á spurning, sum nevndin hevði sett í telduposti tann 20. apríl 2004, skjal A og B. Eisini fekk nevndin eitt skriv, sum varð sent Løgmálaráðnum í 2002 í sambandi við kunngerð nr. 152 frá 17. desember 2001, skjal C. Tey fóru av fundi klokkan 11.25.

    Klokkan 11.25 komu á fund við nevndina landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu, saman við fulltrúunum Katrinu Mariu Johannesen og Ingunn Eiriksdóttir. Landsstýrismaðurin og embætisfólk hansara fóru av fundi aftur klokkan 12.05.

    Avgjørt varð at skriva álit í løgtingsmálið nr. 54/2003 og nr. 65/2003. Nevndarlimirnir koma við sínum viðmerkingum til álitið soleiðis, at eitt uppskot til álit verður klárt at viðgera á fundinum mánadagin 26. apríl 2004.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 26. apríl, kl.10.00, við hesi skrá:

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 54/2003: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
  3. Løgtingsmál nr. 65/2003: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

Fundur lokin kl. 12.15

Birita S. Samuelsen
skrivari