2. fundur

Ár 2003, hósdagin hin 20. november, kl. 10.40, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Jógvan á Lakjuni, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Alfred Olsen (f. Bárð Nielsen)
Heðin Mortensen
Jógvan Arge
Niklái Petersen
Poul Michelsen

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 1. fundi 15.10.2003 var góðkend.
  2. Løgtingsmál nr. 15/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
    Málið varð umrøtt. Nevndin samtykti at útvega sær eintak av stevningini hjá P/f Elektron móti Dátueftirlitinum og Løgmálaráðnum.
  3. Løgtingsmál nr. 23/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
    Nevndin er samd um at taka undir við uppskotinum, men Kristian Magnussen ynskti at gera sínar viðmerkingar til uppskotið, sum hann letur skrivaranum. Skrivarin letur hereftir nevndarlimunum álitisuppskot at undirskriva.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 4. desember 2003, kl. 9.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 2. fundi 20.11.2003.
  2. Løgtingsmál nr. 15/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.

Klokkan. 9.15 koma umboð fyri peningastovnsfelagið og P/f Elektron á fund
Klokkan 10.00 koma umboð fyri Tryggingarfeløgini Føroyar og Lív
Klokkan 11.00 koma umboð fyri Dátueftirlitið
Klokkan 11.30 kemur landsstýrismaðurin í lógamálum á fund.

Fundur lokin kl. 12.00

Sjúrður Rasmussen
skrivari