Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2000

15. fundur

Mánadagur 23. apríl 2001

kl. 10.00

Á fundi vóru:
Helena Dam á Neystabø, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Alfred Olsen
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm

Eyðun Viderø var ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

 Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Gerðabókin frá 14. fundi 19.04.2001 varð góðkend.

  1. Løgtingsmál nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar
    Ein samd nevnd tók undir við, at málið varð sett á skrá. Álit varð undirskrivað í málinum.
  1. Løgtingsmál nr. 78/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg
    Klokkan 11.40 kom Høgni Hoydal, landsstýrismaður, á fund saman við Eyðbjørn Larsen, fultrúa.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at fyrispurningur var settur til ríkisumboðið um løgtingsmál nr. 111/2000: Uppskot til løgtingslóg um góðan fjølmiðlasið gongur ímóti heimastýrislógini, og at svar varð væntandi í hesi viku, men heslt verður tað ikki fyrr enn seinni.

Tá svar er komið, verður farið undir fyrireiking til formliga yvirtøku av málinum sbr. heimastýrislógini, og at gera uppskot til løgtingslóggávu samsvarandi.

Teir fóru av fundi kl. 12.00

Nevndin býtti seg í ein meiriluta, sum ikki tekur undir við uppskotinum, og ein minniluta, sum tekur undir við tí.

Skrivarin ger samsvarandi álit, sum verður latið nevndarlimunum at undirskriva.

Næsti fundur:
Eingin komandi fundur ásettur.

 

Fundur lokin kl. 12.15

Sjúrður Rasmussen
skrivari