Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2000

14. fundur

Hósdagur 19. april 2001

kl. 9.30

Á fundi vóru:
Helena Dam á Neystabø, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Gerðabókin frá 13. fundi 05.04.2001 varð góðkend

  3. Løgtingsmál 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd
  4. Eftir at málið var umrøtt, varð álit undirskrivað í málinum.

  5. Løgtingsmál nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar
  6. Málið varð umrøtt.

    Hilmar Høgenni, deildarleiðari á kommunudeildini, kom á fund við samtykki løgmans.

    Formaðurin í samstarvi við skrivaranum skrivar álit í málinum, sum verður latið nevndarlimunum at undirskriva.

  7. Løgtingsmál nr. 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
  8. Formaðurin í samstarvi við skrivaranum skrivar álit í málinum sum verður latið nevndarlimunum at undirskriva.

  9. Løgtingsmál nr. 96/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina
  10. Málið varð viðgjørt saman við løgtingsmáli nr. 103/2000.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 23. apríl 2001, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 14. fundi 19.04.2001
  2. Løgtingsmál nr. 78/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrdarlóg

Klokkan 10.15 koma umboð fyri Føroya Blaðmannafelag á fund
Klokkan 10.45 kemur útvarps- og setti sjónvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, á fund.

Fundur lokin kl. 13.30

Sjúrður Rasmussen
skrivari