Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2000

13. fundur

Hósdagur 5. apríl 2001

kl. 9.30

Á fundi vóru:
Helena Dam á Neystabø, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Lisbeth L. Petersen (f. Alfred Olsen)

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Gerðabókin frá 12. fundi 2. apríl 2001 varð góðkend

  3. Løgtingsmál 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd
  4. Klokkan 9.45 kom Høgni Hoydal, landsstýrismaður á fund saman við Kára á Rógvu, skrivara í grundlógarnevndini og Gunn Ellefsen. Tey fóru av fundi 11.15.
    Semja varð um at skriva upprit til álit til komandi fund.

  5. Løgtingsmál nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar
  6. Málið varð umrøtt.

  7. Løgtingsmál nr. 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
  8. Ein samd nevnd tók undir við, at málið varð sett á skrá. Nevndin samtykti at biðja landsstýrismannin um skrivliga at greiða frá undir hvørjum meginstevnum hann ætlar at skriva út kunngerðir um fráboðanarskyldu sbr. løgtingslógini, og annars at senda nevndini broytingaruppskot viðvíkjandi teimum greinum, sum hann er komin eftir mugu broytast av tekniskum grundum, eftir at uppskotið er framlagt, eitt nú § 17 stk. 4.

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 9. apríl 2001, kl. 9.30, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 13. fundi 05.04.2001
  2. Løgtingsmál 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd.
  3. Løgtingsmál nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar.

Fundur lokin kl. 12.20

Sjúrður Rasmussen
skrivari