Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2000

12. fundur

Mánadagur 2.apríl 2001

kl. 9.30

Á fundi vóru:
Helena Dam á Neystabø, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Lisbeth L. Petersen (f. Alfred Olsen)

Eyðun Viderø var ikki á fundi

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Gerðabókin frá 11. fundi 29.03.2001 var góðkend

  3. Løgtingsmál nr. 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

Klokkan 9.45 komu á fund Turið Debes Hentze, advokatur, og Ingun Eiriksdóttir, fultrúi, sum greiddu frá uppskotinum og svaraðu spurningum. Tær fóru av fundi 11.40.

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 5. apríl 2001, kl. 9.30, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 12. fundi 2. apríl 2001
  2. Løgtingsmál 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd
    Klokkan 9.45 kemur Høgni Hoydal, landsstýrismaður á fund saman við umboðum úr grundlógarnevndini
  3. Løgtingsmál nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar

Fundur lokin kl. 12.00

Sjúrður Rasmussen
skrivari