Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2000

10. fundur

Hósdagur 22.mars 2001

kl. 10.00

Á fundi vóru:
Helena Dam á Neystabø, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Hans Pauli Strøm
Lisbeth L. Petersen (f. Alfred Olsen)
Rúna Sivertsen var ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

 Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Gerðabókin frá 9. fundi 15.03.2001 varð góðkend.

  3. Løgtingsmál nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar
  4. Kl. 9.50 komu Sofus Johannesen og Sveiney Sverrisdóttir á fund umboðandi Føroya Kommunufelag. Tey fóru av fundi kl. 10.25.
    Kl. 10.30 komu Jógvan Krosslá og Jens M. Poulsen á fund vegna Kommunusamskipan Føroya. Teir fóru av fundi kl. 11.05.
    Kl. 11.15 kom Anfinn Kallsberg, løgmaður, á fund saman við Hilmari Høgenni, deildarleiðara, og Eyðbjørn Larsen, fulltrúa. Teir fóru av fundi kl. 12.00.

  5. Løgtingsmál nr. 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd
  6. Málið varð umrøtt.

    Tikið av skrá: Løgtingsmál nr. 73/2000: Uppskot til samtyktar um broytingar í løgtingslógini um fólkanøvn.

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 29. mars 2001, kl. 9.00 – 10.00 við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 10. fundi 22.03.2001
  2. Løgtingsmál nr. 73/2000: Uppskot til samtyktar um broytingar í løgtingslógini um fólkanøvn
  3. Løgtingsmál nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar

Fundur lokin kl. 12.15

Sjúrður Rasmussen
skrivari