Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2000

9. fundur

Hósdagur 15.mars 2001

kl. 10.00

Á fundi vóru:
Signar á Brúnni, næstformaður
Helena Dam á Neystabø
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Lisbeth L. Petersen (f. Alfred Olsen)

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabókum
  2. Gerðabøkurnar frá 7. fundi 18.01.2001 og 8. fundi 25.01.2001 vóru góðkendar.

  3. Val av nevndarformanni
  4. Helena Dam á Neystabø var vald til formann fyri nevndina

  5. Løgtingsmál nr. 73/2000: Uppskot til samtyktar um broytingar í løgtingslógini um fólkanøvn
  6. Nevndin samtykti at heita á landsstýrismannin um at lata nevndini eina skrivliga frágreiðing um, hvørji stig landsstýrismaðurin hevur tikið at endurskoða navnalóggávuna, hvussu langt er komið í hesum arbeiði, og nær roknast kann við, at løgtingslógaruppskot hesum viðvíkjandi verður lagt fyri Løgtingið.

  7. Løgtingsmál nr. 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd
  8. Samtykt varð at biðja landsstýrismannin um skrivliga at útgreina fyri nevndini, hvat ið skilst við, at "nevndin skal lata landsstýrinum álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 1. oktober 2001". Merkir hetta, at almennu hoyringarnar eisini skulu hava verið innan hesa frest, um ikki, er gundlógarnevndin so ikki til sum nevnd eftir henda dato? og tekur landsstýrismaðurin sær hereftir av arbeiðnum viðvíkjandi uppskotinum til nýggja grundlóg?

  9. Løgtingsmál nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar
  10. Nevndin gjørdi av at biðja umboð fyri Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya kom á fund í málinum.Eisini gjørdi nevndin av at biðja løgmann koma á fund.

    Nevndin gjørdi somuleiðis av at biðja kommunalu deildina á Løgmansskrivstovuni um at geva nevndini eitt stutt notat um, hvussu kommunusamanleggingar eru farnar fram í londunum kring okkum, serliga í Íslandi.

  11. Løgtingsmál nr. 96/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina
  12. Málið varð viðgjørt saman við løgtingsmáli nr.103/2000.

  13. Løgtingsmál nr. 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

Nevndin ynskti at fáa avrit av álitinum, sum lá til grund fyri uppskotinum. Nevndin gjørdi av at spyrja landsstýrismannin, um hann kundi skipa fyri, at fólk, sum høvdu gjørt uppskotið, hósdagin 29. mars 2000 millum kl. 9.30 – 12.00 greiddu nevndini frá, hvat uppskotið snýr seg um, heruppií eina samanbering við,ta lóggávu, sum er í gildi í dag.

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 22. mars 2001, kl. 9.30, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 9. fundi 15.03.2001.
  2. Løgtingsmál nr. 88/2000: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar
    Hesi koma á fund við nevndina:
    Klokkan 9.45 umboð fyri Føroya Kommunufelag
    Klokkan 10.15 umboð fyri Kommunusamskipan Føroya
    Klokkan 11.00 løgmaður.
  3. Løgtingsmál nr. 73/2000: Uppskot til samtyktar um broytingar í løgtingslógini um fólkanøvn
  4. Løgtingsmál nr. 87/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd.

Fundur lokin kl. 11.40

Sjúrður Rasmussen
skrivari